VISSIÓN
Vit ímynda okkum eina framtíð, har tøkni og nýskapan ganga hond í hond við burðardyggari menning. Okkara visjón er at vera við til at forma framtíðina av tøkniligum framstigum. Við at hava fingurin á pulsinum í nýggjastu tøknifrøðini veita vit kundanum kreativar og ábyrgdarfullar loysnir, og soleiðis gera vit mun í heiminum. Vit vilja hjálpa tær at røkka tínum potentiali.
MISSION
Vit hava til endamáls at veita fyritøkum og einstaklingum skræddaraseymaðar KT-loysnir, ið styrkja teirra virksemi og tryggja teimum vøkstur. Okkara missión er ikki bert at veita tænastur, men at vera ein trúfastur og álítandi samstarvsfelagi á tykkara tøkniligu ferð.
VIRÐIR
Okkara fyritøka leggur dent á nýskapan, álit og førleika í øllum, vit gera. Okkara toymi hevur sterkan arbeiðsvilja, har samstarv og opinleiki eru grundleggjandi virðir. Vit leggja stóran dent á at skilja og nøkta tørvin hjá okkara kundum við skjóttum og effektivum loysnum. Við áhaldandi menning og læring bjóða vit loysnir og ráðgeving í heimsklassa.