Lokalar dátur og vitlíki - tað er ikki bara “plug & play”

Mong halda, at man bara kann fóðra sínar egnu dátur beint inn í vitlíki og fáa góð úrslit. Men veruleikin er meira fløktur enn so.

 

Fyritøkur, sum vilja brúka egnu skrásetingar og vitan til leiting, sjálvvirkna greining ella upp­læring av vitlíkismodellum, mugu ofta inn­síggja: Bara tí tú eigur dáturnar, merkir ikki at tær eru klárar til vitlíki.

 

Sannleikin er tann,  at vegur frá lokalum dátum til eina brúkiliga vitlíkis-loysn er ofta nógv longri enn fólk væntað.

 

Hvat stendur í vegin?

Ósamansett: Dátur eru spjaddar í Word-dokumentum, Excel-fílum, servarum, dátabasum, gomlum CRM-skipanum og óskipaðum teldupostum.

Óskipað: Dupultfílar, skeiv navnageving og manglandi dagføring.

Uttan kontekst: Ongar metadátur – vitlíki veit ikki hvør, hvat ella nær.

Ótrygg atgongd: Einki eftirlit á hvør hevur atgongd til hvat.

 

Tí virkar vitlíki ikki “bara”. 

Tað krevur arbeiði at fáa dátur upp á eitt støði, har tær kunnu brúkast til:

1. Semantiska leiting (semantic search)

2. Maskinlæru (ML)

3. Fine-tuning av málmodellum

4. Knowledge platforms og sjálvlærandi greining

Hvat skal til fyri at gera dátur klárar?

1. Fá yvirlit – Hvat hava tit? Hvar liggur tað? Hvør brúkar tað?

2. Rudda og skipa – Savna, stramma upp og skapa felags format.

3. Legg metadátur afturat – Skapa samanhang: Hvat snýr hetta seg um?

4. Skapa trygga og lætta atgongd – Har vitlíki kann brúka tað uttan at bróta trygdina.

5. Vernd av viðkvæmum dátum – Alt arbeiðið skal vera í trá við GDPR og dátuábyrgd.

 

 

Viðkvæmar dátur flyta seg ikki úr húsinum

Tá tað snýr seg um viðkvæmar dátur, eiga tær ikki at verða fluttar á eina “cloud-tænastu”. Tað er betri, at vitlíki kemur til dáturnar – og ikki øvugt.
 

Vit hjá VITA arbeiða við loysnum, har fyritøkan hevur fult ræði á sínum dátum.

 

 

Vit hava longu hjálpt fyritøkum í Føroyum at:

Byggja knowledge platformar við egnum dátum.

Fyrireika dátur til leiting, ML og sjálvlæru.

Knýta saman ymiskar dátukeldur til eitt samla grundarlag

 

Tað snýr seg ikki um at hava nógvar dátur  

- men rætta slagið av dátum, sum er skipað rætt við røttum samanhangi.