Skeið og verkstova til virkið

 

Grundskeiðið lyftir førleikan hjá øllum í virkinum at brúka vitlíki effektivt og trygt.


Hetta skeiðið er meira enn bara ein innleiðing – tað er ein íløga í framtíðar førleikarnar hjá tykkara starvsfólki.


Vit taka útgangsstøði í VITI og ChatGPT og dekka aðrar kjattbottar og vitlíki sum heild.


Luttakararnir læra framkomnar arbeiðshættir, hyggja at møguleikum og avmarkingum, og arbeiða við at loysa misfatanir og broyta áskoðanir um vitlíki.
 

Fyrimunir fyri tykkara virki:
- Øktur produktivitetur og lættari samstarv: Øll í virkinum fáa amboðini til at nýta vitlíki sum ein dagligur partur av arbeiðinum.
- Betri trygd og samsvar við lóggávu: Vit hyggja at dátutrygd og dátuvernd, so tit kunnu tryggja at nýtslan av vitlíki er á tryggum grundarlagi.
- Førleikalyft til øll starvsfólk, uttan mun til tøkniligan førleika, sum ger tey klár til komandi broytingar.
 

Hetta skeiðið gevur tykkum eina praktiska og strategiska grund, sum styrkir tykkara virki til framtíðar tørv. Setið tykkum í samband við okkum í dag og verið við til at lyfta førleikarnar hjá øllum starvsfólkunum.

 

Høvuðspunkt í skeiðinum
Dagur 1:

- Innleiðing til ChatGPT

- ChatGPT brúkaraflata

- Hvussu samskifta vit við ChatGPT og aðrar kjattbottar

- Avmarkingar við vitlíki

- Framkomnir møguleikar við ChatGPT

- Vanligt brúk av málmodellum

- Bólkaaktivitetir og verkstovur í brúki av ChatGPT

 

Dagur 2:

- Copilot, Gemini og aðrir kjattbottar

- Onnur vitlíki

- Dátutrygd, privatlív og dátuvernd

- Lóggávur um vitlíki

- Agentic vitlíki

- Málmodellir í ymsum vinnum

- Bólkaaktivitetir og verkstova til beinleiðis íverksetan av vitlíki í dagliga arbeiðinum

 

Luttakar fáa atgongd til skeiðstilfar og fáa skeiðsprógv eftir lokið skeið.

 

Kostnaður u/MVG fyri 8 tímar (2x4 tímar) skeið:

2850,- pr. luttakara

10 - 20 luttakarar